Ikki allir hjartastartarar eru skrásettir

11.08.2018 - 16:17
Innlendis›Heilsa
Ikki allir hjartastartarar eru skrásettir
Tað er ein trupulleiki, at allir hjartastartarar ikki eru skrásettir, tí hjartastartarin kann verða munurin millum deyða og lív, sigur Jógvan Jensen
Hesin hjartastartarin hongur til dømis í skúlanum á Velbastað.

Fleiri hjartastartarar í Føroyum eru ikki skrásettir. Tað er ein trupulleiki, tí hjartastartarin kann verða munurin millum deyða og lív. Tað sigur Jógvan Jensen, leiðari hjá Ansni Tilbúgving.

Um tú fert inn á hjartastartari.fo og hyggur eftir, hvar hjartastartarar eru í Føroyum, sæst tað, at eingin er skrásettur í til dømis Dímun, Skúvoy, Hesti og Koltri. Men hetta merkir tó ikki neyðturviliga, at eingin hjartastartari er á hesum hesum oyggjum.

Á heimasíðuni eru 287 hjartastartarar skrásettir í Føroyum. Men Jógvan Jensen sigur, at gott 100 hjartastartarar enn ikki eru skrásettir. Og tað er ein trupulleiki, sigur hann. 

Tað er ikki ásett við lóg, at mann skal skráseta hjartastartaran, men Jógvan Jensen eggjar øllum til at skráseta sín hjartastartara á hjartastartari.fo, tí fleiri dømi eru um, at ein hjartastartari hevur bjargað lívi, sigur hann.

Í Føroyum hava vit umleið 400 hjartastartarar tilsamans. Tað kann ljóða nógv fyri eitt lítið land sum Føroyar. Men tað er tað als ikki, sigur leiðarin hjá Ansni Tilbúgving.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860