Tey standa púra spyrjandi á Varðanum Pelagic

bannari
15.08.2018 - 17:49
Innlendis›Vinna
Tey standa púra spyrjandi á Varðanum Pelagic
- Grundgevingin fyri, at Varðin Pelagic ikki fekk menningarkvotu, er hvørki saklig ella í tráð við lóggávu og kunngerðir, heldur stjórin.

Varðin Pelagic hevði tvær umsóknir um menningarkvotu, eina fyri sild og makrel og eina fyri svartkjaft, sum skal virkast til surimi.

Høvuðsargumentið hjá metingarnevndini og Fiskimálaráðnum fyri at nokta Varðanum Pelagic menningarkvotur er, at samtakið hevur bæði atgongd til sjófeingi og fíggjarliga orku til at gjøgnumføra ætlanina - eisini uttan menningarkvotu.

Umsóknin um sild og makrel fær góð og sera góð skotsmál frá metingarnevndini, tá mett verður um virðisøking, arbeiðsmøguleikar, inntøkumøguleikar, nýskapan og førleikamenning, samfelagsliga menning og burðardygga og varandi gongd í økinum virksemi og verkæalnin vera framd,

 Men, har er eitt stórt MEN. 

Metingarnevndin skrivar, at "ætlanin eigur at klára seg uttan menningarkvotur, tí samtakið hevur bæði atgongd til sjófeingi og fíggjarliga orku til at gjøgnumføra ætlanina."

Hetta argumentið er endurtikið í skrivinum frá Fiskimálaráðnum, undirskrivað av Rógva Reinert, aðalstjóra.

Partafelagið Varðin í Gøtu eigur 76 prosent av Varðanum Pelagic, meðan Delta Seafood á Tvøroyri, Kimbil í Havn og Bacalao í Havn eiga síðsta fjórðingin av stóra uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860