Fjarhitafelagið fær ikki avlopshita av Sundi

21.08.2018 - 13:52
Innlendis›Samfelag
Fjarhitafelagið fær ikki avlopshita av Sundi
Fjarhitafelagið fær ikki avlopshita frá Sundsverkinum aftur fyrr enn í endanum av 2019, og brennur tí munandi meira olju í løtuni.

Fjarhitafelagið hevur ikki fingið avlopshita frá Sundsverkinum síðani mars 2017, og fer ikki at fáa avlopshita frá verkinum aftur fyrr enn síðst næsta ár.

Tað hevur við sær, at Fjarhitafelagið í løtuni nýtur munandi meira olju enn vanligt, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.

Neyðugt var at kvetta rørini millum Fjarhitafelagið og Sundsverkinum av, meðan nýggja Sundsverkið verður bygt, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

18 prosent av Sundi

Hans Christian Dam vísur á, at eitt vanligt ár, sum í 2016, fekk Fjarhitafelagið 73 prosent av hitanum frá Brennistøðini, 18 prosent av Sundi og 6 prosent frá spillolju og 3 prosent frá gasolju. Í litrum brúkti Fjarhitafelagið 89.000 litrar av gasolju og 243 rúmmetrar av spillolju í 2016. 

Men í 2017, tá Fjarhitafelagið bert fekk avlopshita frá Sundsverkinum inntil mars mánaða, var oljunýtslan nærum fýra ferðir so stór.

Ein orsøk til, at Fjarhitafelagið brútki eyka nógva olju í 2016 var eisini, at Brennistøðini lá still í nakrar mánaðar, tí eldur kom í hana. 

Stjórin í Fjarhitafelagnum væntar, at Fjarhitafelagið fer at brúka munandi meira olju í ár enn vanligt, tá felagið fær avlopshitan frá Sundsverkinum.

Brennistøðin nøktar ikki allan tørvin

Hóast Brennistøðin brennur nógv rusk í løtuini, so nøktar hon ikki allan tørvin á avlopshita hjá Fjarhitafelagnum, sigur stjórin. 

Eisini tá Fjarhitafelagið fær avlopshita frá bæði Brennistøðini og Sundsverkinum noyðist felagið við hvørt at brenna olju, tí við hvørki Brennistøðin ella Sundsverkið er í gongd alla tíðina.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Undansending
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860