- Rakstrarútreiðslurnar skulu minka

08.09.2018 - 13:37
Innlendis
- Rakstrarútreiðslurnar skulu minka
Landsstýrið hevur sett sær fyri at minka rakstrarútreiðslurnar næsta ár, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Fíggjarmálum

Landsstýrið hevur sett sær fyri at minka rakstrarútreiðslurnar næsta ár. Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, vil kortini ikki seta eitt neyvt tal á, hvussu nógv rakstrarútreiðslarnar skulu minka.

Landsstýrisfólkini fara nú at vita, hvør undirtøkan er millum samgongufólkini í løgtinginum. Landsstýrið, limir hjá samgonguni í Fíggjarnevndini og aðalstjórarnir vóru í Skálavík í vikuni og gjørdu fyrsta uppskotið um fíggjarlóg fyri 2019.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717