- Tíðindi, mentan og ítróttur
1448 tons av hydrogen peroksid brúkt í fjør

Granskarar siga nú, at evnið er nógv vandamiklari enn hildið, og teir mæla norsku myndugleikunum til at banna alivinnuni at brúka tað.
- Vit mugu hava meira at vita, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni, sum situr í Skrásetingarráðnum, ið umsitur, hvørji kemisk evni eru loyvd í Føroyum
Meira umhvørvisskaðiligt enn áður hildið
Hesi mongu tonsini eru nógv meira umhvørvisskaðilig enn bæði granskarar og vinna fyrr hava hildið, sigur altjóða óhefti granskingarstovnurin IRIS í Stavanger.
Tey arbeiða við eini stórari granskingarverkætlan, sum ikki verður endaliga liðug fyrr enn við árslok næsta ár, men nøkur úrslit hava verið so ræðandi, at granskararnir hava valt at fara út við teimum nú saman við eini ávaring til myndugleikarnar um at umhugsa at seta bann fyri hydrogenperoxidi í alingini.
Birna Mørkøre, landsdjóralækni situr saman við landsapotekaranum og landslæknanum í føroyska skrásetingarráðnum, sum góðkennir ella strikar heilivág á listanum, sum brúktur verður í Føroyum.
Er minkað nógv
Nýtslan av hydrogenproxidið í føroysku alivinnuni ER minkað nógv, síðani 2014, tá næstan 4.900 tons vóru brúkt. Men 1448 tons, sum var nøgdin í fjør, er heldur ikki einki, og leiðandi granskarin í IRIS í Stavanger, Renée Bechmann sigur við NRK, at langtíðarárinini, sum tey hava staðfest, at evnið hevur á rækjur, koma sera óvart á.
Royndirnar hjá teimum vísa, at hydrogenperoxid bæði skaðar og drepur rækjur, eisini tá tær koma í samband við evnið, sum er tynt nógv meira enn tey tynna tað í alivinnuni.
Hydrogenperoksid hevur annars av bæði granskarum, alarum og mynduigleikum verið hildið at vera lutfalsliga meinaleyst.
Men rækjufiskarar í Noregi hava leingi tvíhildið um, at evnafrøðin frá alivinnuni skaðar rækjurnar, eins og hummarafiskarar hava gjørt tað her í Føroyum. Men higartil hevur skjalprógv manglað, í Noregi eins og í Føroyum.
Seinni í hesum mánaðinum hittist føroyska skrásetingarráðið, og tá fer Birna Mørkære at leggja alið um hydrogenperoxid fyri hinar limirnar.
Tak niður
Sí eisini