Internet umborð á Atlantic-flogførum

08.10.2018 - 15:06
Innlendis›Samfelag
Internet umborð á Atlantic-flogførum
Í næstum fer Atlantic Airways at bjóða internet-samband til ferðandi umborð á flogførunum hjá felagnum.

Seinni í ár fáa ferðafólk hjá Atlantsflogi eftir ætlan møguleika at fara á internetið, meðan tey flúgva.

Talan er um nýggja tøkni, sum verður royndarkoyrd umborð á flogførunum hjá Atlantsflogi.

- Vit vóna, at tað, sum fer at henda í ár longu, tað er, at man hevur samband umborð á flogfarinum, sum næstan hevur verið einasta staðið, har man ikki hevur samband, sigur Árni Olsen, marknaðarleiðari í Atlantic Airways. 

Talan er um nýggja tøkni, sum ger, at tað ikki er neyðugt við nýggjum antennum og øðrum, og tískil verður ferðaseðlaprísurin eiheldur ávirkaður. 

Frameftir kunnu ferðandi hjá Atlantsflog sostatt gleðast um at kunna vera á internetinum, tá flogið verður.

Sambært Árna Olsen er talan um eitt sokallað "low-bandwidth"-samband. Tað merkir, at kundar til dømis ikki kunnu stroyma beinleiðis og surfa á netinum, men ferðandi fáa samband til internetið, og hjá Atlantic Airways vænta tey, at hetta fer at nøkta tørvin hjá kundunum.  

Hoyr samrøðu omanfyri. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342