Sethús í Havn kosta í miðal 1,5 milliónir meira

29.10.2018 - 16:26
InnlendisSamfelag
Sethús í Havn kosta í miðal 1,5 milliónir meira
Stórur munur er á sethúsaprísunum í Havnini og uttan fyri Havnina

Nýggjasta frágreiðingin hjá Landsbankanum um gongdina á sethúsaprísunum í Føroyum vísir, at tað er stórur munur á sethúsaprísunum í Havnini og uttan fyri Havnina.

Kosta í miðal 1,5 milliónir meira í Havn

Eini sethús í Havn kosta í miðal hálva aðru millión meira enn eini hús á bygd.

Sambært frágreiðingini hjá Landsbankanum vóru 25 prosent av húsunum, sum vóru seld í Havn, seld fyri yvir tríggjar milliónir krónur í 2018.

Eisini íbúðarprísirnir eru farnir upp í Havn, og eru í dag eitt sindur hægri fyri fermeturin enn fyri sethús.

Sethúsaprísirnir í størri bygdunum vaksandi

Hóast stóra munin á prísinum á sethúsum uttan fyri Havnina og í Havn, eru húsaprísirnir í størru bygdunum skjótt vaksandi, og seinasta árið er miðalprísurin farin úr einari millión og 65 túsund til 1 millión og 338 túsund krónur. Tað er ein hækking upp á 25 prosent frá 2017 til 2018.

Malan Johansen landsbankastjóri heldur, at sethúsaprísurin fer upp í størru bygdunum, tí útboðið í Tórshavn er ov lítið.

Bygdir, sum eru taldar við sum størri bygdir, eru: Fuglafjørður, Glyvrar, Klaksvík, Kollafjørður, Leirvík, Miðvágur, Nes í Eysturoynni, Norðagøta, Runavík, Saltangará, Saltnes, Sandavágur, Strendur, Sørvágur, Toftir og Vestmanna.

Í Suðuroy og á Sandoynni lækka húsaprísirnir.

Húsaprísir vaksa skjótari enn inntøkur

Landsbankin staðfestir somuleiðis, at húsaprísirnir hækka meira enn inntøkurnar hjá fólki í Havn. Í 2016 hækkaðu sethúsaprísirnir í Havn við 14 prosentum í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks 5 prosent. Í ár eru prísirnir higartil hækkaðir við 8 prosentum, meðan tøka inntøkan nærum er óbroytt.

At sethúsaprísirnir hækka skjótari enn tøka inntøkan, kann vera tekin um ov stórt bjartskygni, skrivar landsbankin í frágreiðingini.

Tað vil siga, at væntanir um áhaldandi prísvøkstur á sethúsamarknaðinum, eins og lágar lániútreiðslur saman við lítla útboðnum, kunnu eggja húsarhaldum til at bjóða ein hægri prís fyri bústaðir, enn skilagott er.

Eingin greið tekin um kreppu

Harvið er vandi fyri, at tey binda seg til eina hægri skuld, enn tað er fíggjarliga ráðiligt í mun til samlaðu húsarhaldsinntøkuna.

Ein høgur skuldarfaktorur er óheppin, um rentuhækkingar skerja fíggjarliga rásarúmið so mikið, at tað gerst neyðugt at selja húsini.

Men enn eru ikki greið tekin um kreppu, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. august
Morgunlestur leygardagur 31. august 2024
179487
Fríggjadag 30. august
Vikuskiftið 30 august 2024
179942
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Fríggjadag 30. august
Morgunlestur fríggjadagur 30. august 2024
179482
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740