Klaksvíkar Kommuna er trek

03.11.2018 - 17:34
InnlendisSamfelag
Klaksvíkar Kommuna er trek
Tað hevur gingið striltið at fáa góðar umstøður í Klaksvík, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti

Bakkafrost hevur í 10 ár roynt at fáa eitt egnað øki til landstøð í Klaksvík, men hvørki undanfarna ella sitandi samgonga hava megnað at útvega eina varandi loysn. Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

Eftir hansara tykki er tað ikki nóg gott, at ein kommuna ikki megnar at tryggja vinnuni hesar karmar.

Bakkafrost hevur seinastu árini havt eina landstøð við ferjuleguna í Klaksvík, men Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað frá, at hon ikki longur vil góðkenna støðina, og at Bakkafrost tí noyðist at útvega sær eina nýggja støð.

Mikukvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð at samtykkja sáttmála við Bakkafrost um at brúka eitt øki á vestaru bryggju til landstøð.

Hetta inniber, at umleið 50 metrar av keikantinum skulu hegnast inni næstu 18-22 mánaðirnar.

Enn er sáttmálin millum Klaksvíkar Kommunu og Bakkafrost ikki undirskrivaður. Millum annað hava partarnir ikki endaliga ásett leiguprísin, sum Bakkafrost skal gjalda fyri økið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112