Dania Tausen á pall við bólki um vikuskiftið

09.11.2018 - 18:35
ListTónleikur
Dania Tausen á pall við bólki um vikuskiftið
Jazzkonsert í Løkshøll sunnudagin
Dania Tausen og Pauli Reinert Poulsen
Mynd: Leivur Thomsen  

Unga sangarinnan Dania Tausen fer á pall í Løkshøll sunnukvøldið kl. 20. Tónleikaskráin verður jazzur - tað verður nevniliga jazzcafé - og við sær hevur Dania tríggjar royndar tónleikarar, Rógva á Rógvu, Arnold Ludvig og Paula Reinert Poulsen. Síðstnevndi vitjar í útvarpsstovuni saman við Daniu, har tey spæla og syngja ein sang, sum verður at hoyra til konsertina sunnudagin í Løkshøll. Dania sigur, at áhugan fyri jazzi fekk hon, tá hon skrivaði høvuðsuppgávu í tónleiki í studentarskúlanum á Kambsdali. Eisini hevur hon sungið við Tórshavnar Bigbandi, tá orkestrið undir leiðslu av Sigurði Flósasyni spældi m.a. í Løkshøll við Ellu Fitzgerald sum tema fyrr í ár. Nú roynir hon seg so við egnum bólki. Hoyr innslagið her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114