Tíðin gekk undan, tí kom uppskotið frá Framsókn

14.11.2018 - 08:10
InnlendisPolitikkur
Tíðin gekk undan, tí kom uppskotið frá Framsókn
Í Framsókn eru fólk, sum vilja hava fiskidagar, og fólk, sum vilja hava kvotur, segði Hanna Jensen, tingkvinna, í gjár:
Hanna Jensen, løgtingskvinna í Framsókn.

Hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum alment hevur boðað frá, at fiskidagar verða eisini næsta ár, hóast lógin sigur kvotur, hevur Vinnunevndin hjá løgtinginum tvey uppskot um fiskidagar.

Annað er uppskotið hjá andstøðuni um at strika ásetingina um kvotur í lógini um sjófeingi og seta fiskidagar í staðin.

Hitt er uppskotið hjá tingkvinnunum hjá Framsókn um fiskidagar næsta ár, sum tær tó tóku aftur, men sum Jørgen Niclasen loftaði og legði fram aftur.

Fyrsta viðgerð var um bæði uppskotini í tinginum í gjár.

Hanna Jensen í Framsókn greiddi í gjár tinginum frá, hví hon og Ruth Vang tóku aftur uppskotið um fiskidagar.

Hon segði, at í Framsókn eru fólk, sum vilja hava fiskidagar og fólk, sum vilja hava kvotur. 

Semja var í samgonguni fyri einum ári um, at hetta skuldi viðgerast í ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112