Menningarkvotur vanlukka fyri Sandoy Seafood

bannari
16.11.2018 - 18:28
InnlendisVinna
Menningarkvotur vanlukka fyri Sandoy Seafood
Felagið var partur av umsókn um menningarkvotu til Sandoynna, men fiskurin endar í staðin í Fuglafirði, og virkið í Skopun liggur stilt.
Hans Jákup Mikkelsen, nevndarformaður í Sandoy Seafood.

Menningarkvoturnar hava higartil verið ein vanlukka fyri okkara virki. Tað sigur nevndarformaður í Sandoy Seafood, sum hevur ligið stilt at kalla allan oktober. 

- Hóast vit vóru partur av eini umsókn, sum fekk tillutað menningarkvotu til Sandoynna, vóru vit bara áskoðarar, meðan makrelurin og sildin vórðu landað í Fuglafirði. Enntá av somu skipum, sum vanliga høvdu avreitt upsa til okkara virki, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Í summar fekk Hans Jákup Mikkelsen ein fyrispurning frá reiðarínum Vørðustíggjur um at vera við í eini verkætlan at útvega menningarkvotu til Sandoynna. Stjórin í Marine Harvest, sum eisini er nevndarformaður í Sandoy Seafood, játtaði, og seinni fekk Vørðustíggjur tilluttað menningarkvotu.

Ein trupulleiki, sambært Hans Jákupi Mikkelsen, er, at eingin undirskrivað avtala er millum partarnar - tað vil siga Vørðustíggjur og Sandoy Seafood. 

Meðan Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fiska menningarkvotur - makrel og norðhavssild - ið verða landaðar til Pelagos í Fuglafirði, liggur virkið í Skopun stilt.

- Í 15 arbeiðsdagar í oktober hevur einki arbeiði verið til tey 50-60 fólkini á virkinum í Skopun. Eingin menningarkvota og heldur eingin upsi, sum virkið annars plagar at keypa frá somu skipum, sum nú fiska hesa menningarkvotu, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Reiðaríið Vørðustíggjur hevur í brævi frá Fiskimálaráðnum fingið freist til hósdagin 22. november kl. 16:00 at fáa viðurskiftini uppá pláss, soleiðis at restin av menningarkvotuni hjá felagnum kann landast til virkið í Skopun. Ella verður menningarkvotan tikin aftur.

Hans Jákup Mikkelsen veit í dag ikki at siga, um Sandoy Seafood yvirhøvur hevur hug at gera nakra avtalu við Vørðustíggjur.

Hoyr samrøðu við Hans Jákup Mikkelsen við at trýsta á pílin undir myndini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. februar
Morgunlestur týsdagur 10.februar 2026
203857
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864