- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki bert vanligur burgari

Jákup Sumberg fer at borðreiða við burgarum í Havn um vikuskiftið. Hóast talan er um cheeseburgarar, er tað alt annað enn vanligir burgarar, sum vit kenna teir. Jákup ger eitt slag av fronskum bollum, sum kallast "brioche". hetta er eisini navnið á fyritøkuni hjá honum. Hesir bollar verða gjørdi við feitari mjólk og smøri, so teir verða bleytir og hava nógvan smakk í sær. Eisini kjøtið hevur serliga góðsku. "Vit brúka danskt vistfrøðiligt oksakjøt, sum er malið tvær ferðir", sigur Jákup og leggur afturat, at kjøtið skal innihalda 20-25 prosent av feitti, fyri at tað skal verða "saftigt". Einsini hevur steikingin týdning. Tá man karamelliserar kjøtið í steikingini, altso at sukurevnini í kjøtinum verða karamelliserað, fær tað ein øgiliga góðan smakk. Hoyr samrøðu við Jákup Sumberg her
Sí eisini















