Handilssáttmáli kemur fyri Hoyvíkssáttmálan

02.01.2019 - 12:53
InnlendisVinna
Handilssáttmáli kemur fyri Hoyvíkssáttmálan
Føroyar eiga ongantíð at taka fiskivinnuna upp í handilssáttmálar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Føroyar hava sagt upp Hoyvíkssáttmálan
Poul Michelsen, landsstýrismaður, væntar ikki handilskríggj millum Føroyar og Ísland, hóast Hoyvíkssáttmálin nú er sagdur upp.

Føroyar eiga ongantíð at taka fiskivinnuna upp í handilssáttmálar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Føroyar hava sagt Hoyvíkssáttmálan við Ísland upp.

Tað varð avgjørt á stuttum landsstýrisfundi fyrrapartin nýggjársaftan.

Hann er nú galdandi í ár afturat fyri allar avtalur uttan ta einu, sum er avtalan millum Samherja og Framherja. 

Ein handilsavtala kemur fyri Hoyvíkssáttmálan, ivast Poul Michelsen ikki í, so tað er eingin ólukka, at Hovíkssáttmálin er sagdur upp.

Ísland krevur endurgjald, tí felagið Samherji noyðist úr føroyska fiskiskipaflotanum.

Endugjaldsspurningurin kann roynast í rættinum ella avgreiðast við samráðingum, sigur Poul Michelsen.

Ísland vildi ikki taka fiskivinnuna úr sáttmálanum, sum Føroyar skutu upp.

Sambært lógini um sjófeingi skal íslendskur peningur úr føroyskum fiskiskipum í seinasta lagi 1.januar 2025.

Men tað ber ikki til, um Hoyvíkssáttmálin er galdandi.

Hoyvíkssáttmálin er frá 2005.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843