Ísland virðir ikki føroyska lóg, vil eiga skip her

03.01.2019 - 07:44
InnlendisVinna
Ísland virðir ikki føroyska lóg, vil eiga skip her
Tí gjørdist neyðugt at siga Hoyvíkssáttmálan upp, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður:
Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt álvara av hóttanini um at siga upp Hoyvíkssáttmálan.

Sambært nýggju føroysku fiskivinnulóggávuni kunnu útlendingar, heldur ikki íslendingar, eiga í føroyskum fiskiskipum.

Tann lógin verður ikki broytt.

Men Hoyvíkssáttmálin tekur hana av ræði, tí hann er oman fyri lógina.

Hoyvíkssáttmálin er tí uppsagdur. Men hann er tó galdandi í ár afturat.

Og í ár verður gjørdur handilssáttmáli við Ísland, sigur Poul Michelsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098