Vænta seks milliónir at koma inn

12.01.2019 - 13:44
InnlendisPengar
Vænta seks milliónir at koma inn
Nú gongur væl at fáa pening inn umvegis Crowdfundin at umfíggja lán hjá Vágs kommunu
Vágur. Kommunan roynir seg við nýggjum fíggingarleisti at umfíggja lán

At byrja við sá út sum tað ikki fór at rigga, men nú eru pengar byrjaðir at koma inn. Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, um nýggja mátan at endurfíggja lán hjá Vágs kommunu.

Leisturin, ið verður roynd eitur Crowdfunding ella hópfígging, har øll hava møguleika at verða við og seta pening í. 

Hetta er fyrstu ferð, at leisturin við hópfígging verður royndur við tí endamáli at umfíggja eitt lán hjá eini kommunu. Inni á heimasíðuni flexfunding.fo, kunnu øll skráseta seg og flyta pening inn á eina konto, ið fer til at umfíggja eitt lán hjá Vágs kommunu áljóðandi 29 milliónir.

Tað, ið ikki kemur inn við hópfíggingar-leistinum, fíggjar Suðuroyar Sparikassi.

Vágs kommuna rindar eina rentu á 0.6 prosent á láninum og lánsveitarar fáa eina garateraða rentu á 0.45 prosent í trý ár av veittu lánsupphæddin. Restin, 0.15 prosent, fer til Suðuroyar Sparikassa fyri ómakin.

Søren Bruhn sigur, at tá freistin er farin at verða við, vænta tey at umleiðs seks milliónir eru komnar inn umvegis hópfígging. Freistin at verða við er komandi fríggjadag.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098