Ætla at halda fram við gerðarrættarmálinum

bannari
25.01.2019 - 09:59
Innlendis›Samfelag
Ætla at halda fram við gerðarrættarmálinum
Fyrireikingarnar til stóra gerðarættarmálið millum Landsverk og TG-verk halda fram

- Ja, vit halda fram við tí. Tað er stutta svarið frá Árant Andriassyni, tá vit spyrja hann, um Landsverk ætlar at halda fram við gerðarrættarmálinum, ið teir eru í móti TG-Verki.

Ikki á einum máli

Tað stakk ein ósemja seg upp millum Mentamálráðið og Samferðslumálaráðið í kjalarvørrinum av bygnaðarligu broytingunum á Landsverki, tá Árant Andriasson spurdi, hvørt hann hevði heimild at fara víðari við gerðarrættarmálinum, ella um avgerðin nú lá hjá landsstýrinum.

Aðalstjórarnir í ráðunum høvdu hvør sína meting:

Mentamálaráðið hevur yvirtikið skyldurnar av Landsverki, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum.

Nei, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentalmálaráðnum, avgerðin liggur hjá Landsverki, tí tað er Landsverk sum stovnur, ið førir sakarmálið móti TG-Verk.

Landsverk tekur avgerðina

Endin var, at bæði ráðini vórðu boðsend út í Tinganes á fund, har millum annað avgerð varð tikin um, at Landsverk sjálvt skal taka støðu til, um farið verður víðari við rættarmálinum.

Harafturat skal peningurin at føra rættarmálið fyri finnast í verandi rakstarjáttan ella við eykajáttan.

Árant Andriason sigur, at Landsverk hevur ikki fingið endaligu upphæddina at vita frá sakføraranum, men at hann hevur fingið vissu fyri, at skuldi eykajáttan verið neyðug, so fæst hon.

Málið heldur fram

Málið hevði skund av fáa avgreitt, tí seinasta freist hjá Landsverki at gera eitt afturrit er 30. januar.

Eitt uppafturrit er seinasti møguleiki, ið saksøkti hevur at svara upp á stevningina og eitt nú biðja um nágreinan av innihaldinum í stevningini.

Hon verður nú latin inn til tíðina, og harvið heldur málið fram, men enn er ikki greitt nær málið sjálvt kemur fyri rættin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595