Norðmaður til NSÍ

03.02.2019 - 17:45
ÍtrótturFótbóltur
Norðmaður til NSÍ
- Liðið hevði tørv á einum royndum miðvallara, sigur formaðurin í NSÍ

NSÍ hevur fingið ein nýggjan leikara í felagið.

Hesum boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.

Talan er um Peder Nersveen, sum skiftir úr Hamkam úr Norra til NSÍ.

- Liðið hevði tørv á einum royndum miðvallara, sigur Dánial Hansen, formaður í NSÍ.

Peder hevur hesa seinastu dagarnar verið í Runavík og vant við Betri-hópinum hjá NSÍ, og hann var partur av venjingardystinum ímillum NSÍ og ÍF leygardagin.

Peder er 26 ára gamal, og leikti seinasta kappingarár við HamKam í Norra.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444