Torfør symfoni

15.02.2019 - 20:47
List›Tónleikur
Torfør symfoni
Beethoven var nærlagdur hóast deyvur
Bernhardur Wilkinsson fer at stjórna 9. symfoni hjá Beethoven
Mynd: KVF  

Tað verður nú leygarkvøldið, at Føroya Symfoniorkestur fer at framføra 9. symfoni hjá Ludwig Van Beethoven. Vikuskiftissendingin hevur hitt dirigentin Bernhard Wilkinsson fyri at fregnast um, hvussu gingist hevur við venjingunum. Bernhardur letur væl at, hóast hann sannar, at symfoniin er sera torfør at spæla. Serliga eru tað strúkararnir, sum eru truplir, tí tað eru so nógvar smáar finessur, sum spæla undir temanum. Hóast nógv fólk luttaka í symfoniini, er umráðandi, at øll smáting sita perfekt, tí, sum Bernhardur sigur, so er verkið skrivað soleiðis, at allar detaljur hoyrast rættiliga væl

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053