Góðan morgun Føroyar

Hetta skulu skiparar og navigatørar duga
20-02-2019
- Sár, magapína og trupulleikar við tonnum er nakað, sum sjófólkið skal duga at handfara, sigur Einar Klakstein, sum undirvísir í sjúkraviðgerð

Fríggjadagin í farnu viku bleiv ársins fyrstu hjálpari kosin av Reyða krossi.

Hesaferð bleiv tað manningin umborð á Norðingi, sum fekk hetta herðaklappi.

Men hvat skulu okkara sjófólk duga og vita, tá ein persónur umborð kemur illa fyri av eini ella aðrari orsøk?

Einar Klakstein er sjúkrafrøðingur, og á Sjónámi í Klaksvík gevur hann frálæru í sjúkraviðgerð á sjónum.

- Hagtøl siga, at nakað av tí vanligasta av skaðum og sjúku umborð á skipum, snýr seg um sár, magapínu og trupulleikar við tonnum. Tí skulu sjúkraviðgerðar umborð á skipum duga at eit nú seyma sár, leggja venflon og trekkja tenn út, sigur Einar Klakstein.

- Tá tey læra at seyma, plaga vit at brúka eitt stykkið av grísi, og tey eru ógvuliga áhugað í at læra seg at seyma. Og tað vísir seg, at tá tey koma í eina neyðstøðu og mugu seyma, ja so minnast tey alt tað, tey hava lært og koma væl frá uppgávuni, sigur Einar Klakstein.

Í morgunsendingini greiddi hann frá trygd á sjónum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Sigrið Sivertsen og herðaklappið, parkeringsbásar til avlamin
13-05-2024
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Veðrið, húðkrabba, samkirkjudagar, straight ahead
08-05-2024
Veðrið, hondbóltur, stand-up, slaktari
07-05-2024
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024