Góðan morgun Føroyar

Sarah Mahfoud vónar at boksa HM-dyst í Føroyum
20-02-2019
Við sínum góðu úrslitum hevur Mahfoud tryggjað sær rættin til ein dyst um HM-heitið hjá IBF

Kendi danski boksifyriskiparin, Mogens Palle, umhugsar at stíla fyri HM-boksistevnu í Føroyum.

Um kappingin verður veruleiki, so skal Sarah Mahfoud verða í miðdeplinum.

Síðani Sarah Mahfoud bleiv yrkisboksari, hevur hon verið í ringinum 8 ferðir, og hvørjarferð hevur hon vunnið.

Nú hevur hon vunnið sær rætt til ein HM-dyst.

- Hetta krevur ómetaliga nógv av mær, men eg livi mín dreym, sigur 29 ára gamla, Sarah Mahfoud, ið, umframt at hon boksar, bæði lesur til sjúkrarøktarfrøðing og arbeiðir .

Spurd um hvaðani hennara góðu boksievni koma, sigur hon, at tað lutvíst man vera frá pápanum, sum er úr Sýria.

Honum hevur altíð dámt væl stríðsítrótt. Men eisini mamman, sum er úr Vestmanna, hevur fingist nógv við ítrótt.

Legendariska boksifyriskiparin, 84 ára gamli Mogens Palle, vónar at kunna gera dreymin um HM-dyst í Føroyum til veruleika.

Nú er avbjóðingin at finna fíggingina, sum krevst, fyri at hava eina tílíka boksistevnu í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024