Áhugin fyri føroyskum mati økist

23.02.2019 - 14:20
InnlendisVinna
Áhugin fyri føroyskum mati økist
Anni Lützen, sum eigur Gómakrás, merkir økjandi áhuga fyri tí føroyska matinum, sum hevur nógv meira í sær, enn vit hava givið okkum far um

Tað er ikki bara útheimurin, sum er farin at venda eygunum móti Føroyum, føroysku náttúruni og føroyska matinum. Eisini her heima er áhugin fyri tí, sum vit kunnu fáa burtur úr okkara egnu framleiðslu.

Tað sigur Anni Lützen, sum umframt at reka garðin í Syðradali á Streymoynni saman við manni sínum, Thorvald og synunum, eisini rekur sína egnu fyritøku, Gómakrás.

- Her á garðinum merkja vit, at eftirspurningurin eftir føroyska matinum økist, og eg sjálv merki tað eisini, tá eg geri mat til tiltøk og fyri fólk og fyritøkur, sigur Anni Lützen.

Hoyr alla samrøðuna her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860