Tað hevði ikki verið góðtikið

23.02.2019 - 10:00
ListTónleikur
Tað hevði ikki verið góðtikið
Niels Uni Dam, viðmerkjari, er sannførdur um, at ein maður hevði ikki sloppið at gjørt tað, sum sopranurin gjørdi á nýggjárskonsertini

Hvar gongur markið fyri, hvat ein persónur kann gera "móti" einum øðrum? Og er munurin á, alt eftir, hvat kynið er sum ger tað?

Tá nýggjárskonsertin var hildin í Norðurlandahúsinum í januar mánað, kom Susanne Elmark, sopranur, í brennidepilin, tá hon kroysti høvdið á Tróndi Sigurðssyni móti bringuni undir einari framførslu.

Er tað í lagi at gera so? Er tað øðrvísi, tá tað verður gjørt undir einari listarligari framførslu og, hevði tað verið góðkent, um tað var ein maður sum hevði gjørt tað?

Teir spurningarnar settu vit Niels Una Dam, samfelagsfrøðingi og viðmerkjara. Vit tosaðu eisini við Lív Patursson, samfelagsfrøðingi, sum heldur, at henda støðan ikki kann brúkast til at samanberast við Metoo-rørsluna. Her er talan um eina listarliga framførslu og ikki talan um misnýtslu.

Ístaðin eiga vit at seta okkum fyri at kjakast um veruliga trupulleikan her.

Hoyr samrøðurnar við tey bæði her.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444