Hákun: Tí raðfesta vit soleiðis

07.03.2019 - 15:29
InnlendisVinna
Hákun: Tí raðfesta vit soleiðis
Hoyr eina longri samrøðu við Hákun Djurhuus um kaðal til Suðuroyar, pumpuskipan, umraðfestingar og kunning til orkumyndugleikarnar
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

1.februar í ár valdi SEV at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini í Suðri. Sambært stjóranum eru nú trý alternativ at meta um:  "ein kaðalloysn, ein pumpuskipan ella bæði." Avgerðin fær stóra ávirkan á útboðið av stóru vindmyllulundini í Porkerishaganum, sum tódnar niður í helvt.

Málið vekir eisini undran, tí SEV hevur í eftirhondini nógv ár umrøtt at leggja ein háspenningskaðal til Sandoynna og Suðuroynna. Longu í 2016 hevur SEV eina lidna ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini. Í hesi ætlan liggur ein kaðal gjøgnum Sandoyartunnilin, ein 60 kilovolt støð á Sandi og ein kaðal til Suðuroynna. 

22. mars í 2017 søkir SEV um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðri. Henda pumpuskipan er síðani grundarlagið undir at Orkudeildin kann bjóða út eina 12 megawatt vindmyllulund í Porkerishaganum 

 

Í hesi longri samrøðuni spyrja vit Hákun Djurhuus um kaðal til Suðuroyar, pumpuskipan, umraðfestingar og kunning til orkumyndugleikarnar.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

 

TÍÐARLINJA:

2012:
SEV tekur kaðal úr meginøkinum til Sandoy og Suðuroy við í eina langtíðarætlan

2014: 
Løgtingið samtykkir lóg um Eysturoyar/Sandoyartunnil. SEV fer at fyrireika háspenningskaðal gjøgnum tunnilin

2016: 
SEV hevur eina lidna ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini. Í hesi ætlan er millum annað ein kaðal gjøgnum sandoyartunnilin, ein 60 kilovolt støð á Sandi og ein kaðal til Suðuroynna

2017:

SEV søkir ORKU um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðri

2018: 

SEV søkir ORKU um loyvi at gera eina pumpuskipan oman fyri Vestmanna

Skriv frá SEV til Orku, 1.februar 2019:

Ein annar møguleiki, ið hevur verið umrøddur áður, er ein kaðal til Suðuroyar. Mett hevur verið um kostnaðin av hesum, og við tí fyritreyt, at hann verður lagdur frá eini 60kV koplingarstøð á Sandi og suður, siga metingarnar, at ein tílíkur kaðal kostar umleið 130 mió. kr., tá kostnaðurin fyri kompenseringar í báðum endum er við, umframt háspenningsanlegg í Suðuroy. Arbeitt verður við, at 60 kV-kaðal í Sandoynna er í rakstri í 2024, tá ið undirsjóvartunnilin í oynna er liðugur. Verður ein 60 kV sjókaðal lagdur av Sandi og suður á Hvalba í góðari tíð um hetta sama mundi, fer 60 kV skipanin eisini fevna um Suðuroynna, ta løtuna undirsjóvartunnilin í Sandoynna er liðugur. Fleiri fyrimunir eru við einum føstum kaðalsambandi til Suðuroyar. Samlaða elskipanin gerst størri og tað er gjørligt at gagnnýta trygga máttin, sum er tøkur - bæði á Sundi og á Vágsverkinum. Her skal tó viðmerkjast, at í løtuni er nøktanin av tryggum mátti í Suðri so knøpp, at okkurt má gerast innan stutta tíð. Tí verður umhugsað at gera mobilt tiltøkuverk í Vági. Ein annar eyðsýndur fyrimunur er, at kjarnuveitingar, eitt nú inerti, kortslutningseffekt vm. kunnu flytast í millum meginøkið og Suðuroynna gjøgnum ein kaðal, og tá eitt komandi pumpu- og vatnorkuverk ætlandi verður tøkt í Vestmanna á sumri í 2024, fer hetta at virka sum felags goymsla fyri samlaðu skipanina við teimum rakstarfyrimunum, ið hartil hoyra. SEV heldur tað vera skilabest at avmarka verandi útboð til áður nevndu 7 vindmyllur. Tá endalig støða er tikin til, um talan verður um at byggja pumpuskipan ella leggja sjókaðal, eigur eitt nýtt vindorkuútboð at verða gjørt. Um kaðal verður lagdur, verður tað møguligt at gera útboð við størri vindmyllum, og fer hetta at økja um kappingina, tá fleiri veitarar kunnu vera við.

 

Tíðindaskriv frá SEV, 25.februar 2019:

SEV hevur ikki slept ætlanini um eina pumpuskipan í Suðuroy, men broyttar fortreytir gera tað neyðugt at kanna nærri, hvørt Suðuroyggin skal gerast ein samrunnin partur av elnetinum í meginøkinum innan fá ár. Sandoyartunnilin letur møguleikan upp at knýta Suðuroynna í meginøkið
við kaðli umvegis Sandoynna. Tí er tað ein spurningur, um ein kaðal til Suðuroyar, ein pumpuskipan í Suðuroy ella bæði kaðal og pumpuskipan verða loysnir, sum skulu takast í brúk fyri at gagna samlaðu elskipanini best. Hesi viðurskifti verða kannað í løtuni, og ætlandi fæst ein heildarmynd av støðuni um tveir mánaðir.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652