Løkke svarar Háfoss: Tit gera tað sama

09.03.2019 - 17:43
InnlendisPolitikkur
Løkke svarar Háfoss: Tit gera tað sama
- Løgtingið hevur eisini samtykt lógir, sum áttu at havt verið viðgjørdar í Danmark, sigur danski forsætisráðharrin um atfinningar um tað øvugta
Danski forsætisráðharrin vitjar Sambandsflokkin, og hann svarar atfinningunum um, at danir ikki spyrja føroyingar, áðrenn lóggáva, sum ávirkar Føroyar, verður samtykt á fólkatingi
Mynd: savnsmynd  

Landsstýrið fílist á, at lógir, sum viðkoma Føroyum, eru samtyktar á Fólkatingi, uttan at føroyskir myndugleikar hava verið eftirspurdir.

Danski forsætisráðharrin vendir kanónini við og sigur, at løgtingið eisini hevur samtykt lógir, sum fyrst áttu at havt verið viðgjørdar í Danmark.

- Um vit leita eftir hári í suppuni, so eru eisini dømir um, at Løgtingið samtykkir lógaruppskot, sum áttu at verið viðgjørd í Danmark. 

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, sum Kára Bjarnadóttir Jakobsen gjørdi í dag

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401