Aðalstjóri: Uppsøgnin tikin til eftirtektar

18.03.2019 - 09:51
InnlendisHeilsa
Aðalstjóri: Uppsøgnin tikin til eftirtektar
Atfinningarnar móti Heilsumálaráðnum fyri ikki at duga at stýra heilsuverkinum rína ikki við aðalstjóran í ráðnum, Turid Arge

Atfinningarnar móti Heilsumálaráðnum fyri ikki at duga at stýra heilsuverkinum rína ikki við aðalstjóran í ráðnum.

-Vit hava ikki somu fatan av støðuni, sigur Turid Arge, sum tó harmast um at Jóanis Erik Køtlum segði upp eftir bara 14 mánaðum í starvinum.

Í Heilsumálaráðnum ætla tey tó at umrøða støðuna og tær atfinningar, ið eru vendar móti ráðnum.

Í uppsagnarbrævinum, Jóanis Erik Køtlum sendi landsstýriskvinnuni Sirið Stenberg og aðalstjóranum Turid Arge fríggjakvøldið 8. mars, skrivar hann millum annað soleiðis:

 

"Dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, var fundurin í dag um játtanina 2018 og 2019, har eg enn einaferð upplivi eitt stórt misálit á meg sum stjóra"

 

Uppsagnarbrævið er stutt, men bersøgið - sjúkrahússtjórin sigur seg ikki kunna arbeiða.

Í uppsøgnini skrivar Jóanis Erik Køtlum um tað ógvuliga vánaliga samskiftið, ið er millum seg og Heilsu- og Innlendismálaráðið.

Eisini Tummas í Garði, yvirlækni og fyrrverandi læknastjóri, hevur hvassar atfinningar móti Heilsumálaráðnum: 

"Ráðið hevur ongan heilsufakligan førleika, ráðið hevur ikki álit á sjúkrahúsleiðsluni, og harafturat stýrir aðalráðið heilsuverkinum niður í smálutir" - ljóðar skotsmálið frá Tummasi í Garði.

Turid Arge, aðalstjóri í Heilsu- & Innlendismálaráðnum, vísir øllum atfinningum aftur. Spurd, um ráðið umhugsar at biðja Jóanis Erik Køtlum koma aftur til arbeiðis, svarar Turid Arge:

-Vit hava fingið eina uppsøgn, og hon er tikin til eftirtektar. Eg havi ikki fleiri viðmerkingar.

Hoyr samrøðu við Turid Arge við at trýsta á pílin undir myndini. Samrøðan var í útvarpstíðindunum á middegi fríggjadagin 15. mars.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444