>>Alopecia<<

19.03.2019 - 11:34
Lívsstílur
>>Alopecia<<
Útvarpsdokumentarurin ið vann kappingina at gera stuttdokumentar til útvarp

Kringvarp Føroya skipaði í fjør heyst fyri eini kapping at skriva ein stutt-dokumentar. Sjey stutt-dokumentarar komu inn, og Elin Sólvør á Løgmansbø vann við stutt-dokumentarinum "Alopecia".

Hetta segði dómsnevndin

Í grundgevingunum fyri at lata Elini Sólvør á Løgmansbø 1. plássið fyri dokumentarin "Alopecia" sigur dómsnevndin millum annað:

"Søgan er løtt og greið, bæði soleiðis sum hon er fortald, men eisini brúk av ljóði og tónleiki, ið undirbyggir søguna væl. Hetta gevur søguni eitt lag afturat , ið er við til at skapa eina gjøgnumførda lurtarauppliving."

Eisini sigur dómsnevndin, at "søgan "Alopecia" er fortald sera erligt og við sansi fyri smálutum."

Ein sjúka

Alopecia er ein autoimmun sjúka, har eins egna immunverja leypir á hárholini og sjúklingurin missir hárið. Ongin lekidómur finst og eins nógvar kvinnur og menn verða rakt.

Hví ein fær alopecia veit ongin.

Lurta eftir stutt-dokumentarinum "Alopecia" her:

 

Elin Sólvør á Løgmansbø fortelur persónligu søguna um at hava sjúkuna "Alopecia"

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444