Góðan morgun Føroyar

- Eg ætli mær ikki at gevast nú
23-04-2019
Leygardagin fyllir kendi kokkurin og skiparin, Birgir Enni, 70 ár. Hann hevur tó ongar ætlanir um at fara á pensjón

Leygardagin fyllir maskinsmiðjurin, kavarin, kokkurin og skiparin, Birgir Enni, 70 ár.

- Tað er spennandi, at mann er sloppin at liva í so nógv ár, og eg eri væl fyri, sigur Birgir Enni, ið ætlar sær at halda fram við sínum virksemi á kendu sluppini, Norðlýsinum. Júst eins og hann hevur gjørt seinastu skjótt 35 árini.

- Eg ætli mær ikki at gevast nú, tí eg havi tað gott, og mær dámar væl at arbeiða við fólki og mati, sigur Birgir Enni.

Stóri føðingardagurin verður hátíðarhildin leygardagin undir Bryggjubakka í Havn. Birgir Enni hevur fingið fleiri av dugnaligastu kokkunum bæði í Føroyum og í Danmark at koma at hjálpa sær at matgera ymiskt sjógæti á føðingardegnum, og øll eru vælkomin at halda føðingardagin saman við honum.

Í morgunsendingini hugleiddi Birgir Enni um tey 70 árini, hann hevur livað, og tær nakrar av mongu upplivingunum, hann hevur havt í sambandi við ferðafólk, Norðlýsið og matgerð.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024