Pressan

Pressan: Gamalt og ófyrireikað valstríð
10-05-2019
Orð verða skift um valstríðið til fólkatingsvalið. Spæla politikarar og miðlar bara, at fólkatingsvalið hevur stóran týdning, verður spurt

Gestir: Eydna Skaale, retorikari, greinar formansumfarið týsdagin 7. mai.

Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari, KvF og Árni Gregersen, politiskur journalistur í Miðlahúsinum.

Við tøknipultin: Kári Annand Berg

Lagt til rættis: Øssur Winthereig

Pressan

Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.

Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.

Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.

Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.

Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.