Framtakið vent í Glasir-hurðini

bannari
10.05.2019 - 07:01
InnlendisPolitikkur
Framtakið vent í Glasir-hurðini
Valevni hjá Framtakinum stendur spyrjandi, tí tað ikki slapp at luttaka í politiskum kjakfundi á Glasi - vegna ófólkaligan atburð
Mynd: Skíggjamynd úr privatari upptøku  

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis slapp ikki at vera við til kjakfundin á Glasi fyrradagin, har allar hinir flokkarnir luttóku, nú fólkatingsvalið er skotið í gongd.

Hetta harmar Arnfinn á Birtuni, valevni fyri Framtakið, sum ikki sigur seg skilja avgerðina. Men spyrst tú tey á Glasir, so er orsøkin einføld.

Valevnið hjá Framtakinum, Arnfinn á Birtuni, hevur tráðfylgt ein av næmingunum, sum eisini var limur í samstarvsnevndini, sum skipaði fyri politiska pallborðsfundinum.

Vildi fáa navnið strikað

Fyrst vóru boðini, at av tí at flokkurin ikki hevur nakað ungmannaumboð, og heldur ongan royndan politikara, so slapp flokkurin ikki at vera við.

Arnfinn á Birtuni ger síðani vart við sína ónøgd. Hann skrivar til forkvinnuna í samstarvsnevndini.

Í samskiftinum millum partarnar sæst, at forkvinnan í samstarvsnevndini, sum er næmingur á Glasir, ger vart við fleiri ferðir, at Arnfinnur á Birtuni skal venda sær til stjóran á Glasi ístaðin fyri seg.

Í samskiftinum sæst eisini, at forkvinnan biður Arnfinn á Birtini um at strika sítt navn á einum tráði á Facebook, har hann hevur gjørt vart við sína ónøgd um at vera útihýstur.

Valevni tráðfylgdi næming

Rektarin á Glasir, Bogi Bech Jensen, vil ikki gera samrøðu; ístaðin hevur hann sent skrivligar viðmerkingar. Hann skrivar millum annað, at tiltakið ikki var alment, tí tað einans var fyri næmingarnar.

Hann skrivar eisini, at ein samd samstarvsnevnd setti sum treyt, at annað umboðið hjá hvørjum flokki skuldi vera ungdómsvalevni.

Víðari stendur, at Framtakið segði seg ikki hava nakað ungdómsvalevni og byrjaði ístaðin at samskifta persónliga við næmingin í Samstarvsnevndini, sum sendi Framtakinum boðini um treytirnar.

 Samskiftið helt á, hóast næmingurin greitt bað flokkin steðga við at skriva til sín og vísti Framtakinum til leiðslu skúlans, skrivar rektarin.

Men heldur enn at virða hetta, helt Framtakið á við at skriva persónliga til næmingin og legði kut úr samskiftinum og navn næmingsins út á Vágaportalin og facebookvanga floksins, skrivar rektarin.

 Eftir hesa tráðfylging av næminginum á Glasi gjørdi Samstarvsnevndin av, at Framtakið ikki fekk umboðan á politiska kjakfundinum. Hetta var teimum fráboðað, skrivar Bogi Bech Jensen millum annað í skrivliga svarinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852