Løkke til Føroya at stuðla Sambandsflokkinum

bannari
29.05.2019 - 11:10
InnlendisPolitikkur
Løkke til Føroya at stuðla Sambandsflokkinum
Málið við Føroyaferðini hjá Lars Løkke Rasmussen er at stuðla Sambandsflokkinum í valstríðnum, sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari

Tað hevur vakt ans, at sitandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, velur at koma til Føroya á vitjan meðan valstríðið til fólkatingið er í hæddini.

Ætlanin er at hava almennan politiskan fund í Østrøm í Havn fríggjadagin klokkan 14, og øll eru vælkomin.Síðan gongur leiðin inn á Glyvrar til Bakkafrost, har aliídnaðurin er á skránni. Vitjanin endar á Koks, har ferðafólkavinnan og matstovuvinnan verða uppi at venda.

Stuðla Sambandsflokkinum

Hans Engell, sum er politiskur viðmerkjari í Danmark, heldur, at endamálið við ferðini er at stuðla systurflokkinum hjá Vinstra, Sambandsflokkinum, at vinna sær ein fólkatingssess.

Danski viðmerkjarin vil tó vera við, at ferðin hjá Lars Løkke Rasmussen eisini avspeglar tað framúr góða samstarvið, sum hevur verið millum teir báðar "reyðu" føroysku fólkatingslimirnar og bláa stjórnarleiðaran í Danmark.

Viðurskiftini hava ikki verið so góð sum nú seinastu 20 til 30 árini, heldur Hans Engell, politiskur viðmerkjari.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525