Gallup: Sambands- og Javnaðarflokkurin vinna valið

bannari
03.06.2019 - 18:27
InnlendisPolitikkur
Gallup: Sambands- og Javnaðarflokkurin vinna valið
Sambandsflokkurin verður stóri sigursharrin á Fólkatingsvalinum, og honum á baki kemur Javnaðarflokkurin, sigur nýggj kanning hjá Gallup Føroyum
Gallup Føroyar metir, at Sambandsflokkurin verður størstur mikudagin

Sambandsflokkurin fær sambært kanningini 27,6 prosent av atkvøðunum. Ein framgongd upp á 4,1 prosentstig samanborið við valið í 2015.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi - teir báðir flokkarnir, ið hava umboð á Fólkatingið í løtuni - stríðast um hin sessin. 

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 23,4 prosent av atkvøðunum, ein afturgongd upp á 0,9 prosentstig í mun til seinasta val, meðan Tjóðveldi í løtuni sær út til at missa sítt umboð. Flokkurin fær 22,2 prosent, sum er ein afturgongd upp á 2,3 prosentstig.

Fólkaflokkurin verður fjórstørsti flokkurin. Hann fær 19,1 prosent at atkvøðunum.

Framsókn fær 4,5 prosent, meðan Sjálvstýrið fær 3,1 prosent av atkvøðunum, sambært veljarakanningini. 

Miðflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, og tað ger Framtakið fyri rættinum at velja kannabis heldur ikki.

Veljarakanningin er telefonkanning, og er gjørd í tíðarskeiðnum 23. til 31. mai.

537 tilvildarliga vald fólk - 18 ár ella eldri - hava svarað. 155 vildu ikki taka lut.

Má ikki takast í fullum álvara

Men veljarakanningar skulu takast við allarstørsta fyrivarni.

Tær eru í roynd og veru undirhald meir enn nakað annað.

Tað sigur Jón Jóensen frá Hagstovu Føroya.

Lurta eftir samrøðuni við Jón Joensen við at trýsta á pílin í erva

Hygg eftir úrslitunum í kanningini her Her er úrslitið av nýggjari veljarakanning

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. desember
Breddin - Fátakaváði
184576
Týsdag 3. desember
Morgunlestur týsdagur 3. desember 2024
183614
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. desember
Veðrið
184604
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Mánadag 2. desember
3-2 (2. desember 2024)
184550
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480