- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Stuttlig gonguløg á mentanarnáttini
07-06-2019
í dag kl. 17.00 verður Silly Walk gonga í Havnini. Byrjað verður við trappuna í Vágsbotni, og so kunnu øll koma við og vísa síni fjákutu gonguløg
Fía Lindenskov og Súsanna Husgaard Niclasen skipa fyri Silly Walk gongu í dag í sambandi við mentanarnáttina í Havn.
Silly Walks er úr sjónvarpsrøðini Monty Python. Sjónleikarin John Cleese spælir, at hann arbeiðir í Ministry of Silly Walks, og hevur tá fleiri stuttlig gonguløg.
Havnar Hornorkestur spælir eyðkennisløg úr Monty Python, meðan Silly Walk gongan er.
Gongan byrjar við trappuna í Vágsbotni kl. 17.00 í dag, og øll kunnu vera við.
Á Facebook-síðu okkara ber til at síggja Fíu og Súsonnu vísa nøkur stuttlig gonguløg.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Innsavning Blái Krossur, veðrið, kapping, Eurovision, ójavni í lønarlagi
10-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024