Vit eru á rættari leið

09.06.2019 - 14:49
ÍtrótturFótbóltur
Vit eru á rættari leið
- Dysturin ímóti Spania gevur ábendingar um, at vit eru á rættari leið. Sami hugburður skal finnast fram mánakvøldið, sigur Atli Gregersen

Stórdysturin hjá føroyska manslandsliðnum í fótbólti í móti Spania fríggjakvøldið er farin aftur um bak, punktum er sett og nú verða kreftirnar brúktar upp á fyrireiking til dystin í móti grannunum í Norra í annaðkvøld.

Uppgávan hjá landsliðnum er at byggja víðari á góðu tættirnar, sum vóru at síggja fríggjakvøldið, sigur Atli Gregersen, liðformaður á føroyska fótbóltslandsliðnum.

EM-undankappingar-dysturin millum Føroyar og Norra verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.

Útvarpið sigur frá dystinum og byrjar at senda klokkan 18.20. Sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.15.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418