Nú fer aftur at duna í hellum

14.06.2019 - 18:36
ListTónleikur
Nú fer aftur at duna í hellum
Sunnudagin verðu lagt frá landi við Norðlýsinum
Kristian Blak
Mynd: Leivur Thomsen  

Kristian Blak skipar skipar fyri "Concerto Grotto" í Hesti og Nólsoy saman við manningini í Norðlýsinum. Sunnudagin verður fyrsta konsertin í ár, og Kristian er sjálvur ein av tónleikarunum. -Vegna trygdaratlit sleppa ikki meiri enn 12 fólk við hendan túrin, sigur Kristian og leggur afturat, at áður tók Norðlýsið 50 fólk við hvønn túrin. Hetta hevur við sær, at túrarnir verða tvífalt so dýrir. -Men túrar av hesum slag kosta eisini mangt slíkt í øðrum londum, sigur Kristian og leggur afturat, at íroknað fimm-tíma langa túrin er matur. -Tónleikurin, sum riggar at verða spældur í hellunum, er fjølbroyttur, sigur Kristian. -Tú kanst spæla bæði meditativt og aggressivt. Men eitt er givið, og tað er, at man má spæla upp á rúmklangin í hellunum. -Hetta kann samanberast við at spæla í eini stórari dómkirkju, endar Kristian

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444