Týsku útróðrarfólkini neyvan sektað

14.06.2019 - 14:32
InnlendisPolitikkur
Týsku útróðrarfólkini neyvan sektað
Týsku útróðrarfólkini í Porkeri verða ikki sektað fyri ólógligan fiskiskap. Verða tey sektað, so verður tað fyri vantandi trygd á sjónum, sigur Vørn
Tilvildarlig savnsmynd

Manglandi kunngerðin fyri ferðavinnufiskiskap bjargar helst týsku útróðrarfólkunum í Porkeri frá sekt ella rættarmáli um ólógligan fiskiskap. 

Leygardagin var Brimil á Porkeri og tók har fýra bátar við týskum ferðafólki, sum fiskaðu uttan neyðugu loyvini. 

Men sambært Jóhan Simonsen, deildarstjóra á Vørn, so er ikki heimild til at sekta tey fyri ólógligan fiskiskap. Verða tey sektað, so verður tað einans fyri brot á ásetingar um trygd á sjónum - ikki fyri ólógligan fiskiskap.

 

Fyribils fiskiloyvi

Nýggja lógin um sjófeingi skuldi skipað ferðavinnu-fiskiskap eins og allan annan fiskiskap. Fleiri hava tað sum vinnuveg at fiska við ferðafólki, men eingin av teimum hevur fiskiloyvi. Tað kom óvart á teir flestu, at neyðugt var við fiskiloyvi, tá Brimil tók bátarnar í Porkeri. Fiskimálaráðið hevur nú fingið fleiri umsóknir - men orsakað av manglandi kunngerðini, er tað ikki so einfalt. Sambært Høgna Hoydal verða allar umsóknir nú viðgjørdar, og væntandi verða fyribils fiskiloyvið útskrivað:

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860