Tekur fleiri ár at sleppa til greiningar fyri ADHD

21.06.2019 - 13:13
InnlendisSamfelag
Tekur fleiri ár at sleppa til greiningar fyri ADHD
Tey, sum skulu til greiningar fyri at fáa diagnosuna ADHD noyðast at bíða í tvey ár í hvussu er, áðrenn tey sleppa framat

Fyri 10 árum síðani var nærum eingin vaksin í viðgerð fyri ADHD, men nú er gongdin vend. Tilvitskan um, at vaksin eisini hava ADHD og at diagnosan krevur viðgerð, hevur elvt til at øll tey, sum krevja viðgerð á Psykiatriska deplinum ikki sleppa framat. 

Sum nú er standa 109 fólk á bíðilista til nærri greiningar fyri sjúkuna, og meðaltíðin at bíða er umleið tvey ár. Tey, sum hava bíðað longst hava bíðað í 4 ár.

Nógvir trupulleikar standast av, at fólk ikki sleppa til viðgerð. Eitt nú kunnu tey fáa aðrar fylgisjúkur. Bára Silvansdóttir er ein teirra, ið stendur á bíðilista á triðja ári. Tórmóður Stórá, yvirlækni á Psykiatriski deplinum, sigur orsøkina til longu bíðitíðina vera, at játtanin til møguliga viðgerð ikki er nóg stór.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860