Mette Frederiksen verður nýggjur forsætisráðharri

bannari
26.06.2019 - 07:28
Innlendis›Politikkur
Mette Frederiksen verður nýggjur forsætisráðharri
Nýggja sosialdemokratiska minnilutastjórnin fær stuðul frá SF, Einheitslistanum og Radikala flokkinum
Mynd: dr.dk  

Samráðingar hava verið í 20 dagar, og í gjárkvøldið bar á mál. Veðurlagslóg, plastikdálking og vælferðarsamfelagið eru nøkur av aðalmálunum hjá nýggju stjórnini.

Mette Frederiksen, komandi forsætisráðharri, hitti í gjárkvøldið fjølmiðlar eftir drúgvu samráðingarnar.

Hon fer í dag til Margrethu drotning, at kunna hana um nýggja meirlutan fyri Sosialdemokratiskari stjórn.

Lars Løkke Rasmussen skal eisini til Margrethu drotning í dag at kunna hana um, at hann fer frá sum forsætisráðharri. 

 
Er kopiera

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717