Lektari: Skelkandi dálking av Venturu

26.06.2019 - 18:10
InnlendisUmhvørvi
Lektari: Skelkandi dálking av Venturu
Útlátið av CO2 í Føroyum vaks ógvusliga, heili átta prosent, teir tímarnar risastóra ferðafólkaskipið lá við bryggju í Havn í dag
Benadikt Joensen, lektari í orkuverkfrøði við risaskipinum, Ventura, í baksýninum. Hann øtast um, hvussu illa skipið dálkar
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt  

Ventura lá við bryggju í Havn í dag.

Og hvønn tíma útleiddi hon 9,6 tons av CO2, meðan hon lá still.

Til samanberingar útleiðir alt tað føroyska samfelagið umleið 119 tons um tíman.

Skuldi føroyska útlátið staðið í stað, meðan Ventura lá á Havnini, so skuldu 8 av 10 bilum sløkt motorin og staðið stillir, til hon var farin aftur.

Benadikt Joensen, námslektari í orkuverkfrøði á Fróðskaparsetrinum, er skelkaður av, hvussu illa slíkt skip dálkar.

Í hesum innslagnum er mest fokus á CO2-útlátið. Men úr Venturu, eins og øðrum ferðafólkaskipum, koma eisini onnur skaðilig evni, tildømis nitrogensúrevni, ella NOx.

Hvønn tíma, sum Ventura lá á Havnini, útleiddi hon næstan 133 kilo av NOx. Tá NOx-gass kemur í samband við vætu í luftini, verður tað til saltpetersýru, sum súrgar alt umhvørvið og er sera heilsuskaðiligt.
 





 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871