- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvisvinarligt hotel í norðurlendskum sniði

Brendan ella Sankta Brendan er navnið á írskum munki og sjófara, sum fyrst í sættu øld segðist at hava siglt til Amerika - næstan 1000 ár áðrenn Columbus og umleið 400 ár áðrenn Leivi Hepna. Á leiðini skuldi hann hava lagt at í Føroyum og Íslandi, til hann at enda kom til New Foundlands. Hotellið, sum stendur í gerð við Oknarvegin í Havn, hevur fingið navn eftir hesum íranum - og navnið verður ?Brandan?. Tað er Smyril Line samtakið, sum letur hotellið byggja, og Articon tekur sær av sjálvari byggingini. Rógvi Mikkelsen verður stjóri á hotellinum. - Tað hevur týdning fyri okkum at skapa okkum ein samleika, við at vísa á eina søgu, sum hevur við Føroyar at gera. Tað vit kunnu selja okkum uppá, sigur Rógvi, sum leggur afturat, at umframt hetta fara kømrini á hotellinum at fáa staðarnøvn úr Føroyum. Rógvi ivast ikki í, at fíggjarligt grundarlag eru fyri hotellinum. - Vit síggja nú, at øll hotellini í Føroyum eru á tremur, so vit hava góðar vónir um, at hotellioð fer at bera seg - í øllum førum í summarhálvuni. Eisini hava tey ætlanir um at hýsa ráðstevnum og fundarvirksemi, umframt at ein hampiliga stór matstova verður í húsinum. Articon hevur gjørt eina prototypu av einum hotellkamari í einari høll uppi á Sundi. - Vit hava fingið hetta gjørt, so vit kunnu síggja, hvussu kømrini koma at taka seg út, sigur Rógvi Mikkelsen og leggur afturat, at størsta uppgávan verður at tryggja, at reingerðin verður so løtt og góð sum gjørligt. Vikuskiftissendingin vitjaði bæði á byggiplássinum og uppi á Sundi
Sí eisini















