Zarepta skal finna nýtt stað at brenna bál

17.07.2019 - 13:13
InnlendisSamfelag
Zarepta skal finna nýtt stað at brenna bál
Zarepta hevur í fleiri ár brent bál á einum krígsminni, men hetta verður nú steðgað. Leguhúsið skal finna annað stað at brenna bál

Í síðstu viku fekk Tjóðsavnið boð um, at Zarepta brendi bál við eina kaminu, sum er krígsminni frá 2. heimsbardaga. Vága kommuna hevði ikki givið loyvi til hetta. Helgi Michelsen, sum er savnsvørður hjá Tjóðsavninum, setti seg tí í samband við Zarepta, ið lovaði at steðga við at brenna bál á hesum økinum. 

Tjóðsavnið meldaði ikki málið, tí tey hildu at tey ungu fólkini, sum høvdu brent bál, ikki høvdu hugsað um, at tey framdu nakað brot. 

Talan er um kaminu, ið Tjóðsavnið ger kanningar av javnan. Í næstum verða kanningar aftur gjørdar fyri at tryggja, kaminan er í góðum standi. 

Tjóðsavnið hevur gjørt hesa 3D-myndina av kaminuni. Drag í myndina fyri at síggja kaminuna frá ymiskum vinklum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444