- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi, spáddi fyri í vikuni, at stórar valplakatir ikki fóru at koma upp fyrr enn hálvan august, men nú eru longu fleiri at síggja.
Hann sigur, at tað nokk er tí, at fólk hava væntað val 31. august og hava bílagt sær plakatir, áðrenn summarfrítíðina og brúka nógv aftur frá fólkatingsvalinum, so alt er longu klárt.
Niels Uni Dam heldur, at sosialir miðlar, serliga Facebook, fara at verða nógv brúktir hetta valstríðið. Valevni eru farin at gera fleiri videoupptøkur, tað sást til seinasta val, og tað fer sikkurt at seta sín dám á hetta valstríðið.
Niels Uni Dam er eisini spentur at síggja, hvussu valevni fara at brúka Instagram, sum er vorðin ein betri umtóktur miðil millum føroyingar síðani seinasta val.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

