Summarmorgun

Farvæl til valdið
12-08-2019
Helena Dam á Neystabø og Jóan Magnus Rasmussen eru millum teirra, sum takka fyri seg í føroyskum landspolitikki

Hvussu er at vera politikari í Føroyum? Hvussu fært tú mest burturúr? Og hvat halda tey um, at flokkar nú velja aðrar flokkar frá?

Hetta er millum mongu spurningarnar, sum vera viðgjørdir í hesi samrøðuni millum Helenu Dam á Neystabø úr Javnaðarflokkinum og Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum, sum ikki stilla upp aftur á løgtingsvalinum, sum verður um knappar tríggjar vikur.

Tey hava hvør sína orsøk at velja landspolitikkin frá. Helena ætlar at brúka tíðina til onnur ting. Jóan Magnus gevur pláss fyri beiggja sínum og fer aftur at virka sum stjóri.

Helena Dam á Neystabø varð fyrstu ferð vald á ting í 1990, og Jóan Magnus Rasmussen varð fyrstu ferð valdur í 2011.

Hoyr alla samrøðuna her.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe.
28-08-2025
Tað halda tveir av veteranunum í føroyskum fótbólti, Poul Michelsen og Heri Nolsøe
27-08-2025
Kári P fyllir 75, og tað hátíðarheldur Summarmorgun við práti og tónleiki
22-08-2025
Standa fyri lívi, Teitur Lassen og Simgolf
21-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
20-08-2025
Vertir eru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
19-08-2025
Vertir vóru Svend Danielsen og Ingi Rasmussen
18-08-2025
Gestir vóru Beinta Ingeborg Greve, Martin Kúrberg, Leif Hansen, Rebekka Johansen og Nicolaj Falck.
15-08-2025
Gestir vóru Magnus Pauli West, Andrass Thomsen, Bergur Debes Joensen og Ingibjørg Winther
14-08-2025
Gestir vóru Súsanna Vang, Kristianna Vang, Sigvør Olivia Olsen, Magni Olsen, Jákup Dahl, Birita Adela, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen
13-08-2025
Gestir vóru Lovisa Petersen Glerfoss, Hallfríð Hammer í Hjøllum, Guðni Andreassen og Jóhannus Mikkelsen
12-08-2025
Summarið hevur sum vanligt nógvar uppgávur á garðinum í Stóru Dímun
11-08-2025