– Vit hava fyrireikað okkum væl

bannari
31.08.2019 - 16:28
InnlendisPolitikkur
– Vit hava fyrireikað okkum væl
Nógv fólk fara at eta náta í kvøld, og í Rúsuni í Miðlon hava tey tikið hetta til eftirtektar

At góður matur er partur av einum spennandi valkvøldi, hava vit fingið nógvar ábendingar um, og í Rúsuni hava tey funnið tann góða løgin fram, sum hóskar val til føroyskan mat.

Til náta er gott við øli og snapsi, og jú fleiri prosent, tess betur, tí náti er sera feitur fuglur, og har skulu nøkur prosent til, fyri at reinsa feittið burtur. Soleiðis sigur Theis Herdalur, sum er handilsleiðari í Rùsuni í Miðlon.

Fólk eru spent, og tosa við hvønn annan um tað, tey vóna og halda fer at henda, so stemningurin í Rúsuni er eisini merktur av valstemninginum í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923