– Tey samkyndu eru sum smábørn

bannari
05.09.2019 - 17:11
Innlendis›Politikkur
– Tey samkyndu eru sum smábørn
Tey vilja bara hava og hava, sigur Jensi av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum krevur at fáa "hjúnabandið reinsað"
Jenis av Rana, sum tingast um at sleppa í samgongu við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, sigur við Sigmar Bláberg, at tey samkyndu skulu úr hjúnabandslógini
Mynd: Kringvarp Føroya  

Miðflokkurin hevur undir valstríðum aftur og aftur ført fram, at samkynd ikki hoyra heima í hjúnabandslógini, og nú flokkurin samráðist um samgongusamstarv við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, endurtekur Jenis av Rana, formaður floksins krøv.

– Hjúnabandið skal reinsast, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit fara ongantíð at góðtaka nakað annað, sigur hann. 

Jenis av Rana kallar samkynd fyri smábørn, sum krevja meira og meira.

Trýst á pílin og hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi seinnapartin í løgtinginum, har samgongusamráðingarnar eru.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585