Minni av makreli

19.09.2019 - 11:42
InnlendisVinna
Minni av makreli
Tað hevur verið minni av makreli at fáa seinastu dagarnar, og tí eru føroysku skipini farin í norskan sjógv at leita eftir makreli

Illveðrið um vikuskiftið og høgættin seinastu dagarnar er helst ein orsøk til støðuna.

Skiparin á Høgabergi, Høgni Hansen, væntar kortini, at makrelkvotan verður fiskað.

Teir komu í norskan sjógv fyrradagin, og í gjár komu Borgarin og Katrin Jóhanna eisini á leiðina. Katrin Jóhanna fór at sigla heim seinnapartin.

Hesa tíðina í fjør vóru umleið 40.000 tons av makreli fiskað, í ár hava skipini fiska um 32.000 tons.

Hoyr meira í innslagnum her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483