Frá Carnegie Hall til Klingruna

27.09.2019 - 18:28
ListTónleikur
Frá Carnegie Hall til Klingruna
Kristinu á Váli er komin heilt úr USA at spæla við Aldubáruni
Kristina á Váli
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið fer Aldubáran at spæla konsert við tónleiki eftir Ludwig Van Beethoven. Tað er í sambandi við, at tónaskaldið fyllir 250 ár næsta ár.

Aldubáran er ein fleksibul stødd, bólkurin kann vera bæði stórur og lítil, og til hetta høvið er Aldubáran ein septett, tí víðagitna septettin hjá Beethoven verður á konsertskránni.

Aldubáran hevur í hesum sambandi sent boð eftir Kristinu á Váli, sum býr í USA. Kristina hevur lisið tónleik í sjey ár í New York økinum og er júst blivin liðug sum kandidatur í cellospæli.

Vikuskiftissendingin brúkti høvið til at gera prát við hana um, hvussu lívið er og hevur verið í stóra amerikanska býnum.

Eg kann avgjørt viðmæla øðrum ungum til at fara til USA at lesa tónleik, sigur Kristina og leggur afturat, at uppihaldið í USA hevur givið henni nógvar týdningarmiklar royndir. Millum annað hevur hon spælt á viðagitna Carnegie Hall í New York.

Hoyr prátið við Kristinu her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763