Umhvørvisstovan vil endurskoða vatnorkustreymin

23.10.2019 - 13:30
InnlendisTøkni
Umhvørvisstovan vil endurskoða vatnorkustreymin
Orkudeildin á Umhvørvisstovuni fer nú at endurskoða reglurnar, so tey, sum gera streym við vatnorku, sleppa at selja avlopsstreymin til SEV.
Mynd: Nýhugsan.fo  

Ólavur Poulsen og hini, ið framleiða streym úr vatnorku, sleppa kortini at selja avlopssteymin til SEV.

- Tað er ein greið heimild í elveitingarlógini til tað, sigur Ari Johanneson, virkandi stjóri á Umhvørvisstovuni.

Tað var annars í útvarpstíðindunum fyrradagin, at Ólavur Poulsen harmaðist um, at SEV ikki vil rinda fyri avlopsstreymin.

Sleppur ikki at at selja streym til SEV

Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, vil gjarna keypa streymin frá vatnorkuverkinum hjá Ólavi Poulsen; men so skal hann keypa allan streymin og ikki bara avlopið.

SEV: Øll mugu rinda til samhaldsføstu skipanina

Umhvørvisstovan fer nú at seta ein arbeiðbólk at endurskoða reglurnar.

- Spurningurin er bara, hvat avlopsorkan skal avroknast fyri, sigur stjórin á Umhvørvisstovuni, sum væntar eina avgerð í næsta mánað.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098