Nú eru 28 kommunulæknar í føstum starvi

26.10.2019 - 13:56
InnlendisHeilsa
Nú eru 28 kommunulæknar í føstum starvi
-Ongantíð fyrr hava so nógvir kommunulæknar verið í føstum starvi, sigur Egil á Bø, sum nú bara hevur seks læknastørv eftir at seta
Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd, hevur nú bara seks kommunulæknastørv eftir at seta.

Seinastu mongu árini hevur verið stórt trot á kommunulæknum, og læknaviðtalurnar vórðu í storan mun mannaðar við skiftandi avloysarum.

Men nú er støðan broytt, og í dag eru 28 kommunulæknar í føstum starvi, meðan bara seks størv eru mannað við avloysarum. Eitt kommunulæknastarv er leyst at søkja í Tórshavn, eitt í Klaksvík, tvey á Skálafjørðinum og tvey í Suðuroynni.

-Ein orsøk til góðu gongdina er, at fleiri nýútbúnir kommunulæknar flyta heim og hava søkt og fingið størvini, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Í fjør undirskrivaði Kommunulæknafelagið eina nýggja lønaravtalu við Fíggjarmálaráðið, sum gav kommunulæknunum eina munandi lønarhækkan. Eisini tann støðan hevur helst sína ávirkan á gongdina, metir Egil á Bø.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843