Spell at ikki meira spurdist burturúr

15.12.2019 - 18:44
InnlendisPolitikkur
Spell at ikki meira spurdist burturúr
Tað ávirkar ikki ætlanirnar fyri Føroyar, at einki ítøkiligt kom burturur COP25 í Madrid, sigur Helgi Abrahamsen

Tað er spell, at ikki meira spurdist burturúr í Madrid, har ST veðurlagsráðstevnan COP 25 júst er liðug.
Tað heldur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvismálum.

Tað ávirkar tó ikki Føroyar á nakran hátt, sigur landsstýrismaðurin

Tað eru serliga ES-londini og menningarlond, sum streingja á at seta enn hægri krøv til útlátsminking enn París-sáttmálin frá 2015 ásetur.
Men hvat fer Føroyar at gera? Skulu vit seta okkum sjálvum enn hægri krøv, enn tey, sum vit hava bundið okkum til í Paríssáttmálanum?
Tað spyrja við landsstýrismannin um í samrøðuni.

Andstøðupolitikarar hava funnist at samgonguni fyri ikki at hava nakrar ítøkiligar ætlanir á økinum.

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi eftirlýsir at landsstýrismaðurin kemur við ítøkiligum lógaruppskoti á økinum og Ingilín Didriksen Strøm finnist at manglandi langtíðarætlan hjá landsstýrinum á umhvørvisøkinum.

Undanfarna landsstýriskvinnan í Umhvørvismálum, Sirið Stenberg, hevði sum mál, at Føroyar skulu vera útlátsneutralt í 2050, sum Paríssáttmálin ásetur - fyri at náa hesum máli, skuldu helvtin av øllum húsarhaldum leggja um til grøna orku í 2030.

Helgi Abrahamsen hevur ongar ætlanir um at krevja at fólk skifta sítt gamla ojufýr út, sigur hann.

Hann heldur, at skilir man netið frá SEV, so veitarar kunnu framleiða beinleiðis til brúkaran, fara nógv at leggja um, tí so kunnu framleiðarar gera tað lættari at leggja um, eitt nú við at læna útgerðina út.


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098