Løgdu hald á tvífalt so nógv hassj í fjør

02.01.2020 - 13:08
Innlendis112
Løgdu hald á tvífalt so nógv hassj í fjør
Ikki bara fólk í krininella umhvørvinum brúka rúsevni, men eisini vanligir føroyingar, sigur politiið

- Rúsevnismarknaðurin í Føroyum er vaksandi, og tað eru ikki bara fólk í kriminella umhvørvinum, sum brúka hesi rúsevni, men eisini vanligir føroyingar.

Tað sigur Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum.

TAKS legði í fjør hald á 17,1 kilo av hassji, sum er tvífalt so nógv sum árið fyri. 

Nøgdin á sterkari rúsevnum er eisini vaksin.

Tolleftirlitið legði hald á eitt  kilo av amfetamini, 500 LSD-frímerki, 45 gramm av MDMA og 50 gramm av kokaini.

Mett verður, at vórðu rúsevnini seld, hevði marknaðarvirðið verið 5,8 milliónir krónur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV